Àðrenn tú keypir ross – Maria Jensen skrivar.

Hvønn hest skal eg keypa?

Hesturin skal passa tína stødd, tínar ambitiónir og títt sinn.  Ert tú nýbeginnari ella øvaður? Ein má hava í huga, hvat hesturin skal duga og kanna hansara útbúgvingarstøði. Jú eldri ein hestur er, jú hægri útbúgvingarstøði og jú fleiri royndir hevur hann helst. Skalt tú hava ein róligan hest ella ein við krúti í ? Hestar hava ofta eitt grundleggjandi lyndi antin at vera róligur-forvitin-dominerandi ella óróligur-ósikkur-eyðmjúkur, somuleiðis kunnu teir antin hava góðan hug at renna ella dáma betri at taka tað róligt.

Tá tú fert at keypa hest, skriv fyrst niður hvat tú ynskir í mun til;

-stødd

-aldur

-útbúgving

-sinn

Um hesturin passar til tín, vita tá hvørjar royndir, truppulleikar, heilsutruppulleikar, møguliga hvussu nógvar eigarar, hann hevur havt. Tað er gott at vita so nógv sum møguliga um hann.

Hvat kostar tað at hava hest?

Hestur og útstýr kostar okkurt at keypa og ofta fært kanska útstýr við í keypinum. Ein eigur tó altíð at tryggja sær, at útstýrið passar hestinum. Haraftrat skal hesturin passast dagliga og tað kostar eisini.

Útstýr, tú skalt brúka, tá tú hevur hest;

– saðil

– boksl

– gríma við bandi

– striglar og hóvreinsari

– hjálmur

– ríðiklæðir

Annað, sum er hent at hava:

– elhegn

– hóvstúlar

Hesturin eigur at fáa;

– fóður, dagliga (græs ella hoyggj)

– mineral tilskot, dagliga

– motión, regluliga (í minsta lagi fleiri ferðir vikuliga)

– rørslu, dagliga

– trimmað hógvar regluliga (vanligvís mánaðarliga)

– ormakur vár og heyst

– djóralækna, tá tørvur er á

– tannlæknuviðgerð, árliga

Hvar skal eg hava hestin?

Ein hestur er eitt stórt djór við ávísum tørvi og tað krevur umhugsni at finna útav, hvussu og hvar hann skal liva. Ein má hava í huga, at villhestar liva í flokki, fær støðuga rørslu og nýta upp til 16 tímar í døgninum til at leita sær føði og eta. Hetta gevur eina ábending um, hvørjar umstøður, ið kunnu geva hestinum eitt gott lív. Týdningarmiklastu krøvini til liviumstøðurnar hjá hestinum eru;

– selskap

– rørsla

– skýli

– ikki longri enn 4 tímar uttan fóður

Vitan og royndir

Lær teg at fáast við hestum áðrenn tú keypir hest. At hava hest krevur vitan og royndir – ella hjálp frá onkrum, ið hevur tað. 

Tú skalt hava vitan/royndir innan:

– passing og heilsu

– handfaring av hesti

– ríðing og útstýr

Hvat viðar Rossið

Til ber at keypa mátiband við vektin á, men hevur tú bara eitt vanligt mátiband verða hestar undir 1,48 í hædd mett eftir hesum:
(3,25 x búkmál) – 185 = vekt
Búkmálið skal takast beint aftanfyri forbeinini og tætt til hárlagið. Ein hestur við búkmál 172 cm vil tá viga:
3,25 x 172 = 559 – 185 = 374 kg

Tað vil siga: 
150cm=302kg, 155cm=319kg, 160cm=335kg,
165cm=351kg, 170cm=368kg, 175cm=384kg

Tilmælið um rossahald

Tilmæli um hestahald frá DJF (Dansk JordbrugsForskning) 2002 er at lesa her
Ein sera áhugaverda grein um atferð hjá hestinum.

Leysgongd stallur

Sambært kanning í tilmælinum frá DJF verður um 25% av hestunum í DK hildin í leysagongdstallum. Hetta slagið av hestahaldi hevur verið vanligast við smáhestum, men fleiri og fleiri eru áhugað í at hava hestin hjá sær í leysagongdstalli (DA:løsdrift).

Sí dømi her
Sí dømi um leysagongdstall í high tech her
(HIT aktiv stald)

Hví leysdrift

Hví eru fleiri og fleiri hestafólk áhugað í leysagongdstallur?

Henda myndin vísir, hvussu fríttgangandi hestar nýta tíðina í mun til ymisk sløg av hestahaldum. Hestar eru flokdýr, ið hava stóran tørv á samband við øðrum hestum. Haraftrat er ein hestur skaptur til at røra seg nógv hvønn dag og nýta ein stóran part av samdøgrinum til at eta. Soleiðis liva teir í náttúruni og hetta eiga vit at hugsa um í hestahaldinum.

Frie = firtlevende heste i Camarque

Ormur hjá rossum

Í Føroyum sæst ikki nógv til orm í heila tikið og kann hetta hava fleiri orsakir. Smittuvandin er størri, tá nógvar hestar ganga saman og tá ikki er møguleiki at skifta beiti. Tað er heldur ikki so heitt  hjá okkum og ormur veksur bara við 15 hitastig og meira. Tó verður mælt til at viðgera tværferðir árliga fyri at umganga blóðorm, vandamiklasta ormin, ið hestur kann smittast við. Tað ber til at kanna hestatø fyri ormaeggum, men sum oftast sæst ikki nógv av eggum í hestatø. Tað ber ikki til at dýrka á prøvum fyri at kanna fyri blóðorm.

Niðri er hent nógv seinastu árini viðvíkjandi ormaviðgerð. Hetta fyri at minka um vandan fyri mótstøðuførum ormum. Mælt verður til at reinsa upp á beitinum fyri at fyribyrgja orm hjá hestunum, gjarna vikuliga og í minsta lagi mánaðaliga. Ein góður køstur kann eisini drepa orm.