Endamálið hjá felagnum er at fylkja øll reiðfólk og onnur áhugað i suðuroy og stimbra áhuga og dugnasemi i ítrottinum frá aling til ítriv og kapping. Felagið røkir hesi áhugamál á almannagagnligum grundarlagi.
Síðan stovnigina hevur ætlanin hjá felagnum verið at fáa eitt øki og skapa ein rossamiðdepil í Suðuroy. Í 2019 yvirtók felagið gomlu smoltstøðina í Grønudali.
Grønudalur er nú felagsfjós hjá SHF. Tað er ein leysdriftsstallur, har rossini ganga saman og kunnu vera inni og úti sum tey vilja.