Viðtøkur - Suðuroyar Hestafelag
Navn og endamál
§1 Navn felagsins er Suðuroyar Hestafelag og heimstaður tess er Suðuroy.
§2 Endamálið er at fylkja øll reiðfólk og onnur áhugað i suðuroy og stimbra áhuga og dugnasemi i ítrottinum frá aling til ítriv og kapping. Felagið røkir hesi áhugamál á almannagagnligum grundarlagi.
Limir Felagsins
§3 ØII, sum hava áhuga fyri, ella sjónarmið, sum kunnu sameinast vit endamál felagsins kunnu gerast limir i felagnum við at venda sær til nevndina.
§4 Limunum er álagt at gjalda innlimannar gjald og annars at gjalda eitt árligt limagjald. Limagialdið fellir til gjalingar 1. februar. Nevndin hevur heimild til at taka eitt lægri gjald frá fólki í útbúgving, familjum og pensionistum. Eftirstøða er ikki loyvd.
Aðalfundur
§5 Ársaðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
§6 Årsaðalfundur verður hildin i mars. Fundurin skal vera fråboöaöur minst eina viku frammanundan, og dagsskråin er henda:
1) Val av orðstýrara
2) Formaðurin greiðir frá farna árinum.
3) Framløga av granskoðaðum roknskapi til góðkenningar
4) Val av nevndi, tiltaksmanni og granskoöara.
5) Innkomin mål
6) Ymiskt
§7 Nevndin hevur triggjar limir, har tveir standa fyri vali annahvørt år og ein annahvørt år. Ikki hjástæddir limir kunnu ikki vera valdir i nevnd uttan frammanundan hava játtað at taka vid valið. Veljast kann við brævatkvøðu ella á aðalfundinum. Uppskot til nevnd verða send nevndini seinast medio februar.
§8 Ársaðalfundurin ásetur støddina á limagjøldunum og innlimanargjaldinum.
§9 Uppskot og annað sum ynskjast tikin upp undir innkomin mål mugu vera nevndini i hendi seinast medio februar.
§10 Vanligur meiriluti kvevst fyri at fáa mál samtykt, men tá viðtøkurnar skulu broytast krevst at minst 25% av skrásettu limunum atkvøða fyri.
§11 Um so er at årsaðalfundurin ikki er viðtøkuførur, kann nevndin innan 14 dagar kalla inn til eykaaðalfund, sum altid er viðtøkuførur vid vanligum meiriluta.
Nevnd felagsins
§12 Nevndin skipar seg sjálv vid formanni, skrivara og kassameistara.
§13 Nevndin heldur fund eftir tørvi.
§14 Nevndin hevur heimild at skuldarbinda felagið vid vanligum meiriluta, tó i mesta lagi vid eini upphædd ájavnt tvær ferðir siðsta års limagjald. Keyp og søla av fastari ogn krevur aðalfundarsamtykt.
§15 Nevndin er heimilað at velja undirnevndir og/ella arbeiðsbólkar, har nevndin tá altíð hevur fulla ábyrgd. Eykaaðalfundur
§16 Krav um eykaaðalfund kann vera sent nevndini og må vera undirskrivað av i minsta lagið 10 limum. Eykaaðalfundur veröur fråboöaöur eins og vanligur aðalfundur og skal vera hildin i seinasta Iagi triggjar vikur aftaná at krav um fund er komið nevndini i hendi. Nevndin kann eisini sjálv kalla inn til eykaaðalfund.
Avtøka av felagnum
§17 Felagið kann ikki vera avtikið um so er at tiggju limir ella fleiri ynskja at halda fram.
§18 Verður felagið avtikið fella møguligar ognir til ta kommuna, har ognin er. Ogn felagsins skulu nýtast í samsvar við §2 ella til onnur almannagagnlig endurmál.