Nattúrligt Rossahald

Natúrlig hestahandfaring er ein hugsunarháttur, sum ávirkar mátan ein fer við hestinum uppá í øllum. Málið er felagsskapur við hestinum, sum verður grundlagdur á samskifti, har vit læra at skilja hestinum og at fáa hestinum at skilja hvat vit vilja. Hetta leggur eina góða grundvøll til passing og ríðing av hestinum.
Mátin at samskifta við hestinum uppá er grundað á tað (krops)málið, ið hestar brúka sínámillum, harav navnið “natúrlig” hestahandfaring og hetta krevur, at ein setur seg inn í hvussu hesturin livir og samskiftir natúrliga. 
Grundleggjandi fyri at fáa felagsskap við hestinum er, at hann hevur virðing fyri og álit á okkum og tað fær hann, tá vit eru konsekvent og ikki nýta makt ella harðskap. Hesturin er frá nattúruni eitt djór, ið verjir seg við at flýggja og tí er tað ein grundleggjandi fyrimunur í handfaringini, at hesturin altíð kennir seg tryggan og hevur hug at vera hjá okkum.

Av stórum týdningi í treningini av hestinum er “positiv forsterkning”, ella lættari sagt – rós. Í hesum hevur timing hevur alt at siga, tí hesturin skal hava rós fyri akkurát ta atburðina, sum vit ynskja at fremja og tað vil ofta siga í ta løtuna hann ger tað.
Natúrlig hestahandfaring hevur helst verið kent so leingi sum menniskjað hevur brúkt hestar og fyrsta bókin um evnið er skrivað í ár 350 áðrenn okkara tíðarrokning av Xenofon í Grikkinlandi. Seinastu 30 árini er hesin hugsunarhátturin blivin alt meira altjóða viðurkent og har eru nógvastaðni ein kann heinta inspiratión til at arbeiða við sínum hesti. Fólk, ið eru kennt innanfyri natúrlig hesthandfaring, eru millum annað;Monty roberts (USA)Pat parelli (USA)Linda Tellington Jones (USA)Klaus Hempfling (Týskland)Ute Lehman (Týskland)Alexander Nevzorov (Rusland)Carolyn resnick (USA)Bent Brennerup (Danmark)