SHF í Grønudali

Suðuroyar Hestafelag varð stovnað í 2005 við tí endurmáli at fylkja øll reiðfólk í Suðuroy og stimbra áhuga fyri og dugnaskap við rossum.
 
Í tráð við hesum hevur felagið havt eina ætlan um at ogna sær øki til rossahald í Suðuroy. Í 2015 fingu vit játtan um at yvirtaka gomlu smoltstøðina í Grønudali og eftir eini longri tilgongd hava vit í 2019 yvirtikið hús og undirliggjandi øki uppá 6000 m2 frá bakkafrost.
 
Staðið skal geva møguleika fyri rossaáhugaðum í Suðuroy at ogna sær egið ross og hava ross í góðum umstøðum. Tað skal vera karmur um virksemi innan ítriv og ítrott við rossum og soleiðis gerast ein miðdepil fyri reiðfólk í Suðuroy.
 
Hevur tú hug at stuðla Suðuroyar hestafelagi og Grønudali?
 
Gert limur í Suðuroyar Hestafelagi!
 
Tú kanst skriva boð á FB síðuni ella skriva mail til shf@sudurross.fo . Limagjald er kr. 200 um árið.

Í 2019 er krympplast sett á meginpartin av takinum.

Handan av lykil 18-06-2016