Reglugerð í Felagsfjósinum í Grønudali
GJØLD OG LEIGA
- Fyri at hava ross í felagsfjósinum í Grønudali, er neyðugt at verða limur í falagnum. Sjá LIMASKAPUR á heimasíðuni.
- Húsaleiga er kr 200 per ross og eigur at gjaldast tann 1. Hvønn í mánað, goldi verður á Konto nr 9870 – 409.042.0 Suðuroyar sparikassa
REGLUGERÐ
- Portrið til Grønudal skal altíð vera afturlatið.
- Tað er ikki lov at ferðast við rossum í Heiðunum, bert vegurin kann nýtast.
- Tað er ikki lov at roykja ella snúsa innandura.
- Tað er ikki lov lána út ella at taka amboð/ting, sum hoyra til í Grønudali, við heim.
- Ljós skal vera sløkt inni tá eingin er í Grønudali og hurðar skulu vera stongdar.
- Fóður skal vera í ílati við loki og í rúmi, har Ross ikki sleppa til, um eitt ross skuldi blivi leyst í fjósinum.
- Amboð skulu setast uppá pláss eftir brúk.
- Nevndin útnevnir ein húsavørð til at hava umsjón við húsi og leysdriftum. Húsavørðurin samskipar viðlíkahald av húsinum. Tann, ið er húsavørður, skal helst sjálv/sjálvur hava hest í Grønudali.
- Ein vanligur meiraluti í nevndini kann nokta einstaklingum at hava ross í Grønudali.
- Børn undir 13 ár eiga ikki at hava ágbyrgd fyri fóðring og sóping sjálvi.
- Hvør eigari ognar sær hoyggj og fóður til egin ross. Hetta kann gerðast í samráð við hinir rossaeigararnir.
- Tey í hava ross í Grønudali skulu verða ein partur at tí daliga arbeiðinum við reingerð/sóping av rossaboksum og leysdrift. (verður skipa innanhýsis)
- Hvør rossaeigari skal verða við í dagliga arbeiðinum at fóðra rossunum. (verður skipa innanhísis)
- Tiltøk eiga at verða soleiðis skipaði, at tey ikki órógva ross og reiðfólk, sum ikki lutaka.
LEIÐBEINING FYRI LEYSDRIFT
- Rossini skulu hava ormakur, áðrenn tey koma inn í fjósið fyri veturin.
- Sópast skal úti og inni hvønn dag.
- Vatn skal altíð vera tøkt.
- Rossini hava fría atgongd til hoyggj og/ella Hálm í smámaskaðum netum alt samdøgrið.
- Roknað verður uml. 7 kg av turrum hoyggi ella 13 kg av hoysilagu 50% turt per ross dagliga, um føðsluvirðið er høgt kann hálmur vera í. Hetta er til matna, búkfyllu og tyggitíð.
- Fóðring av einstakum hesti gerast uttan fyri leysdriftin.
- Hestarnir kunnu hava atgongd til greinar/ trø, gjarna jólatrø, inni.
- Spønir verða brúktar til undurlag í leysdriftini.
- Spønir eru til taks. Tó eiga øll at hjálpa til í samband við at fáa spønirnar til hús. Húsavørðurin ger av, hvussu nógvar spønir kunnu brúkast per viku.
- Húsavørðurin hevur ábyrd av at hoyggið, ið verður givið í leysdriftunum, er í ordan. Orsøk til at hoyggj verður avvíst kann vera t.d. blámusoppur, væta, spilla og aldur.
- Plastikkið av hoyballunum skal altíð alt av, tá man opnar eina nýggja.
Núðverandi Húsavørður er Maria Jensen tlf. 535052