149868828_757715385152662_8825808731019437402_n

SUÐUROYAR HESTAFELAG Í GRØNUDALI

Suðuroyar Hestafelag varð stovnað í 2005m, við tí endurmáli at fylkja øll reiðfólk í Suðuroy og stimbra áhuga fyri og dugnaskapi við rossum.

Í tráð við hetta hevur felagið havt eina ætlan, um at ogna sær øki til rossahald í Suðuroy. Í 2015 fingu vit játtan um at yvirtaka gomlu smoltstøðina í Grønudali, og eftir eina longri tilgongd, hava vit í 2019 yvirtikið húsi og undirliggjandi øki á 6000 m2 frá bakkafrost.

Grønudalur skal geva møguleika fyri rossaáhugaðum í Suðuroy at ogna sær egið ross og hava ross í góðum umstøðum. Økið skal vera karmur um virksemi innan ítriv og ítrott við rossum, og soleiðis gerast ein miðdepil fyri reiðfólk í Suðuroy.

Við felagsfjósinum í Grønudali fara vit at skapa nakað nýtt og serstakt í Suðuroynni, sum kemur allari oynni til gagn. Vit fara eisini geva nýggjan íblástur til eitt stað, ið hevur ligið oyði í nógv ár – ein fyrrverandi smoltstøð skal nú gerðast ein rossamiðdepil í Suðuroy.

Hevur tú hug at stuðla Suðuroyar hestafelagi í Grønudali, kann hetta gerðast á konto í Suðuroyar sparikassa Konto nr: 9870-409.042.0